Dátueftirlitið nøgt við tiltøk sum skulu verja p-tølini

Dátueftirlitið nøgt við tiltøk sum skulu verja p-tølini
P-tølini hjá fólki blivu almannakunngjørd á nýggjum heimasíðuni hjá tinglýsingini, men Umhvørvisstovan hevur tikið stig til at rætta feilin
Mynd: shutterstock.com  
 
09.07.2021 - 10:39

Umhvørvisstovan hevði sett hóskandi tøknilig tiltøk í verk til tess at tryggja, at p-tøl ikki sóust í tinglýstu skjølunum.

Tað sigur Umhvørvisstovan, nú Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina í samband við trygdarbrotið, tá p-tøl brádliga vóru almannakunngjørd á nýggju heimasíðuni hjá tinglýsingini 22. juni.

Dátueftirlitið hevur tó givið Umhvørvisstovuni kravboð um at kunna tey skrásettu, sum ikki sjálv hava boðað frá, at teirra p-tal er vorðið alment.
Hesi fólk fáa kunning um hesi viðurskifti við posti, sigur Umhvørvisstovan.

Eisini skal Umhvørvisstovan kunna alment um trygdarbrotið á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, og møguligar váðar í hesum sambandi.

Dátueftirlitið sigur í avgerðini, at tey tiltøk, sum Umhvørvisstovan hevur sett í verk til tess at tryggja, at p-tøl, sum eru almannakunngjørd, skjótt og lætt kunnu strikast, eru nøktandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341