Skúlin á Sandi skal hava nýggjan fyrstalærara

Skúlin á Sandi skal hava nýggjan fyrstalærara
Í Sands skúla eru 45 næmingar í 1. - 5. árgangi
Tríggir lærarar, umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum. 
Mynd: Sands skúli  
 
19.08.2021 - 14:37

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú eftir fyrstalærara til Sands skúla.

Í Sands skúla eru 45 næmingar í 1. - 5. árgangi. 

Tríggir lærarar, umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum. 

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Sands skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. september.  Starvið verður eftir ætlan sett frá 4. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761