Bragi tók øll á bóli

Bragi tók øll á bóli
Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki vann kappingina í tvíspor fyri vaksin, tá kappríðingarárið endaði við kapping í Marknagili. Ronja við Zacharias R. Jacobsen vann sjálvt FM
Bragi við Jónu Ólavsdóttir frammanfyri Marengo við Halli Hansen
Mynd: Brandur í Dali  
 
30.08.2021 - 18:21

Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki vann óvæntað kappingina í tvíspor fyri vaksin, tá kappríðingarárið endaði við kapping í Marknagili um vikuskiftið. Tey høvdu onga kapping vunnið fyrr í ár, men hesa ferð vunnu tey greitt, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Nummar tvey gjørdist Marengo við Halli Hansen, og á triðja plássi endaði Ronja við Zacharias R. Jacobsen, sum eisini vann føroyameistaraheitið.

Silja G. Eystberg vann kappingina Tølt, har Brynjar og Regin Johannesen vunnu FM.

Kór við Beintu P. Debes var 0.02 sekund frá føroyska metinum í skeið á 100m. Tey vunnu kappingina á degnum og samanlagt og eru tískil føroyameistarar.

Travkappingina vunnu Klettur við Mogens Wraae Olsen frammanfyri føroyameistararnar Freyr við Biritu Lútzen á baki. Føroyska ryssan Skessa við Siri S Joensen endaði á triðja plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938