Tvær gull og eitt føroysk met í DMU í frælsum ítrótti

Tvær gull og eitt føroysk met í DMU í frælsum ítrótti
Elin Niclasen vann gull og setti nýtt føroyskt met í spjótkasti, tá trý føroysk ítróttarfólk kappaðust um danska meistaraheitið fyri ung í frælsum ítrótti um vikuskiftið
Elin Niclasen í kapping á Tórsbreyt fyrr í ár
Mynd: Hvirlan  
 
12.09.2021 - 14:30

Elin Niclasen vann gull og setti føroyskt met, tá hon kappaðist um danmarksmeistaraheitið fyri ung í spjótkasti um vikuskiftið, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.

Hon var styrkismett fremst við sínum besta kasti í ár - 36 metrar - meðan nummar tvey og trý høvdu kastað 34 metrar undan DM-kappingini, so roknast kundi við eini spennandi kapping.

Men føroyski spjótkastarin gjørdi bart í fyrstu royndini og kastaði heilar 42,78 metrar, setti nýtt føroyskt met og vann gull. Nýggja metið er góðar fýra metrar betri enn hitt gamla og viðmerkjast kann, at bert ein í bólkinum 20-22 ár kastaði longri enn Elin Niclasen.

Miso Buha vann gull í trýstøkki. Í fyrsta lopinum kom hann út á 13,18 metrar, og hetta víðsti seg at verða nóg mikið, tí næsti kappingarneytin fekk einki lop góðkent.

Triðji føroyski íðkarin í kappingini var Tinna Berg Jørgensen, sum royndi seg í 100 metur renning. Støðið var høgt, men Tinna Berg Jørgensen kom væl frá byrjan og hekk í teimum fremstu. Síðstu metrarnar dragnaði hon eitt sindur og endaði á einum 6. plássi. Men tíðin - 13.27 sekund - var persónligt met, 0.36 sekund skjótari enn gamla metið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. august
Morgunlestur hósdagur 15. august 2024
179079
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049