Maria skoraði í stórtapi á Hampden Park

Maria skoraði í stórtapi á Hampden Park
Maria Biskopstø skeyt sítt fyrsta mál fyri Føroyar, tá landsliðið tapti 7-1 fyri Skotlandi á Hampden Park
Føroyar taptu 7-1, men fyrsta landsliðsmálið hjá Mariu Biskopstø fjálgaði
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
21.09.2021 - 20:55

Maria Biskopstø skoraði sítt fyrsta mál fyri Føroyar, tá landsliðið tapti 7-1 fyri Skotlandi í HM-undankappingardysti á Hampden Park.

Talan var um enn ein harðan dyst ímóti einum sterkum liði eftir tvísiffraða tapið ímóti Spania í síðstu viku

Sum væntað royndu skotar seg við nógvum innleggum frá byrjan, men fyrsta málið var upp á langskot eftir 19 minuttum. 

Miðvallarin, Chloe Arthur, skoraði tvey mál næstu løtuna, og seks minuttir fyri steðgin varð 4-0 til heimaliðið.

Føroyskt mál í seinna hálvleiki

Eftir steðgin kom besta løtan í dystinum. Føroyar fingu horna, Ásla Johannesen sendi innfyri og við fremru stong eydnaðist Mariu Biskopstø at senda bóltin í netið til 4-1. Fyrsta føroyska málið í hesi HM-undankappingini var veruleiki.

Føroyska liðið stóð seg væl løtuna eftir málið, og skotar høvdu eitt sindur ilt við at spæla seg til stórar møguleikar.

Men harða verjuarbeiðið merktiskt so líðandi, og stóra skotska trýstið hevði til endans mál við sær. Tað fyrsta kom, tá 62 minuttir vóru spældir.

Síðan vardi føroyska liðið aftur við øllum, sum tær høvdu, men skotar fingu tvey mál afturat í síðstu 10 minuttunum, og so blivu tølini stór kortini.

Skotland-Føroyar, 7-1 (Hampden Park)
1-0 Erin Cuthbert, 19 min.
2-0 Chloe Arthur, 21 min.
3-0 Chloe Arthus, 28 min.
4-0 Christy Grimshaw, 39 min.
4-1 Maria Biskopstø, 49 min.
5-1 Martha Thomas, 62 min.
6-1 Jenna Clark, 81 min.
7-1 Claire Emslie, 84 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083