Føroyskar fyritøkur vilja skerja útlátið

Føroyskar fyritøkur vilja skerja útlátið
12 føroyskar fyritøkur hava bundið seg til at minka sítt útlát av vakstrarhúsgassi niður í helvt í 2030
Umboð fyri tær 12 fyritøkurnar, sum hava sett sær sum mál at minka útlátið niður í eina helvt í seinasta lagi í 2030.
 
22.09.2021 - 12:00

Tríggjar av teimum 12 fyritøkunum siga, at tær skulu einki útlát hava yvirhøvur í 2030.

Hoyr samrøðu við Árna Jakobsen, stjóra í SMJ Ráðgevandi verkfrøðingum. 

1478312

Umframt SMJ hava Føroya Tele og Gist&Vist eisini bundið seg til ikki at hava nakað útlát yvirhøvur í seinasta lagi í 2030.

SMJ er longu komið væl á veg at gerast ein grøn fyritøka, og væntar at røkka málinum longu um trý ár.

1478314

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar vænta at røkka málinum longu í 2024. (Mynd: SMJ)

SMJ arbeiðir við grønum orkuloysnum, og tey royna eisini at fáa kundarnar at hugsa grønt. Fyritøkan hevur m.a. gjørt eina sjóhitaskipan í Klaksvík, og er í ferð við at útvinna grøna orku til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

1478317

Árni Jakobsen heldur tað hevur týdning, at fleiri fyritøkur hava sett sær sama mál at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

1478318

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804