121 fólk smittað við korona

bannari
121 fólk smittað við korona
Hóast tølini frá í gjár ikki eru endalig, væntar landslæknin, at 7 smittutilburðir vóru í kanningunum fyri korona í gjár.
 
03.10.2021 - 13:10

Talið av smittaðum í Føroyum er sera høgt. Við fyribilstølunum frá kanningunum í gjár er talið av smittaðum nú 121 fólk, og áleið 480 fólk eru í sóttarhaldi. 

Lars Fodgaard Møller sigur við Kringvarpið í dag, at tamarhald er á støðuni, men hann heitir á fólk, um at lata seg kanna annan dagin eftir komu til Føroya, eins og myndugleikarnir hava heitt á fólk um at gera. 

Landslæknin sigur, at tey í Landslæknaembætinum hava upplivað seinastu tíðina, tá ið tey ringja til fólk, sum eru komin til Føroya, at fá teirra hava latið seg kannað annan dagin eftir komu. Tí heitir hann á fólk, um at minnast til at lata seg kanna. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í viðmerking í dag, at ongar ætlanir eru um at broyta koronutilmælini, hóast høga smittutalið. 

Hoyr meira í tíðindunum klokkan 14.00

 

Greinin er rættað: Tá greinin var skrivað var hon bygd á fyribilstøl frá landslæknanum. Almennu tølini eru, at 7 tilburðir vóru í gjár, og samlaða talið av smittaðum er nú 121 fólk. Samstundis eru fleiri leyslatin úr sóttarhaldinum, so nú eru 482 fólk í sóttarhaldi til samans, eftir at almennu tølini eru dagførd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959