Fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár enn í fjør

Fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár enn í fjør
Í september vóru 77,8 prosent fleiri ferðafólk enn í fjør
Fyrstu níggju mánaðirnar í ár komu og fóru 166.800 ferðafólk um flogvøllin. Góð 14 prosent fleiri enn somu tíð í fjør.
 
06.10.2021 - 08:46

Nú kann Vága floghavn aftur seta pluss í staðin fyri minus framman fyri prosentini um ferðafólk í ár sammett við 2020.

Til og við august vóru 6,3 prosent fleiri ferðafólk enn í august í fjør, og til og við september vóru tey 14,2 prosent fleiri.

Tá vóru ferðafólkini vorðin 166.806.

Hetta er tó lítið sammett við 2019. Tá vóru ferðafólkini vorðin 339.656 tann 30.september.

Í september í ár vóru 77,8 prosent fleiri ferðafólk enn í september í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659