U21: fara eftir øllum við Djúpumýru

U21: fara eftir øllum við Djúpumýru
Føroyska U21-fótbóltslandsliðið við monnum ætlar sær trý stig, nú Norðurmakedónia vitjar í søguligum landsdysti við Djúpumýru í Klaksvík, har nógvir áskoðarar væntast til dyst
Sámal Erik Hentze og U21-landsliðið fara eftir sigrinum við Djúpumýru í dag
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
07.10.2021 - 13:07

- Vit fara á vøllin fyri at vinna.

So bersøgin er Sámal Erik Hentze, sum er venjari hjá føroyska U21-fótbóltslandsliðnum við monnum, sum í dag spælir EM-undankappingardyst ímóti Norðurmakedónia við Djúpumýru í Klaksvík.

Og við javnleikinum ímóti Fraklandi fyri kortum í huga, er eitt gott úrslit ímóti Norðurmakedónia ikki ósannlíkt.

 - Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og tað skulu vit hava virðing fyri, men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyar vóru eisini í bólki saman við norðurmakedónum í seinastu EM-undankappingini, og tá taptu Føroyar báðar dystirnar. Norðurmakedónia hevur tapt 3-0 fyri Fraklandi og spælt málleysan javnleik ímóti Serbia higartil í hesi undankappingini.

Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir higartil, og úrtøkan hevur verið ein sigur, 2-0 á Svangaskarði móti Armenia, ein javnleikur, 1-1 á Ovara vølli móti Fraklandi, og eitt 2-0 tap, sum kom á útivølli móti armenum.

Dysturin í dag er fyrsti U21-landsdysturin, sum ikki verður spældur í Havn ella á Svangaskarði, og sum skilst eru nógv atgongumerki seld til dystin við Djúpumýru í dag.
 


 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688