Lovar at taka allar vindmyllur niður

Lovar at taka allar vindmyllur niður
Marine Le Pen hevur givið fronsku veljarunum eitt ítøkiligt vallyfti
Vindmyllur skulu takast niður, og stuðulin til sól- og vindorku heldur uppat, lovar Marine Le Pen veljarunum upp undir forsetavalið.
 
15.10.2021 - 10:45

Franski høgrapolitikarin, Marine Le Pen, hevur givið franska fólkinum eitt ítøkiligt vallyfti, um hon vinnur forsetavalið næsta ár.

Hon hevur lovað franska fólkinum, at verður hon vald til forseta, verða allar vindmyllur í Fraklandi tiknar niður.

Samstundis heldur allur stuðul til sól- og vindorku uppat. Tað vil sambært Le Pen spara franska samfelagnum fyri góðar 52 milliardir kr. um árið.

Franski umhvørvisráðharrin, Barbara Pompili, sigur, at verða vindmyllurnar tiknar niður, so fara átta prosent av elnýtsluni í landinum fyri skeytið, og tað ber ikki til, sigur hon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541