Norðurkorea hevur skotið við skørpum í nátt

Norðurkorea hevur skotið við skørpum í nátt
Altjóða miðlar skriva, at Norðurkorea hevur royndarskotið ballistiskar rakettir í nátt
 
19.10.2021 - 08:42

Enn er ógreitt, um tað var ein ella tvær rakettir, ið vórður skotnar avstað í nátt. 

Eitt, sum tó er vist, er, at skotið var frá norðurkorenaksu eysturstrondini, nærhendis einari kavbátastøð.

Ógreitt er tó, um rakettirnar vórðu skotnar frá einum kavbáti, skriva Reuters og The Guardian.

Norðurkorea hevur áður skotið frá flakum, sum kunnu søkkjast, fyri at látast sum um, at skotið verður frá kavbátum.

 

Lendu í japanska havinum

Rakettirnar lendu í japanska havinum, upplýsir suðurkorenaski herurin.

Royndarskjótingin hjá Norðurkorea hendi samstundis, sum ein stór hernaðarráðstevna lat upp í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul.

Umboð fyri fregnartænasturnar hjá USA, Suðurkorea og Japan skulu eisini hittast í Seoul í dag, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963