Spenningur er um niðurflyting og síðsta atgongumerkið til Evropa

Spenningur er um niðurflyting og síðsta atgongumerkið til Evropa
B36 og NSÍ stríðast um síðsta, gylta atgongumerkið til evropeiskan fótbólt næsta ár, meðan ÍF kempar fyri varðveita plássið í bestu deildini
 
24.10.2021 - 09:56

Spenningur er enn um síðsta plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, og um at sleppa undan niðurflyting úr bestu mansdeildini í fótbólti, nú næstasíðsta umfar verður spælt í dag. 

B36 og NSÍ stríðast um fjóðra plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár.

Eitt stig skilir liðini á stigatalvuni. 

B36 spælir móti Víkingi í Gundadali í dag, meðan NSÍ skal til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF, sum hinvegin stríðist fyri at varðveita sætið í bestu deildini. 

 

ÍF berjist fyri lívinum

Bert trý stig skilja ÍF á næstaftasta plássi og B68, sum er triðaftasta plássi. 

Meðan ÍF skal spæla móti NSÍ á heimavølli, so skal B68 spæla móti niðurflytarunum úr TB á Svangaskarði.  

Hinir dystirnir í dag verða spældir á Dungasandi í Sørvági, har 07Vestur tekur ímóti HB, og við Djúpumýri í Klaksvík, har føroyameistarin, KÍ, fær vitjan av EB/Streymi. 

Allir dystirnir í bestu mansdeildini í fótbólti byrja klokkan hálvgum fýra í dag, also klokkan 15:30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672