Tjóðbankin: Privati geirin væl bjálvaður

Tjóðbankin: Privati geirin væl bjálvaður
Tjóðbankin væntar, at Suðuroyartunnilin fer at kosta 27 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum í løtuni er 384.000 kr. fyri hvønn íbúgva
Húsarhald og virki eru væl fyri, tí privati geirin hevur bjálvað seg væl í uppgongutíðunum, sigur tjóðbankin.
 
18.11.2021 - 09:11

Danski tjóðbankin hevur í dag givið út sína árligu frágreiðing um føroyska búskapin.

Høvuðspunktini eru, at tað er stórur tørvur á arbeiðsmegi, tí arbeiðsloysi er sera lítið og vinnutíttleikin høgur,

- at húsarhald og virki eru væl bjálvað, tí privati geirin hevur bjálvað seg væl í uppgongutíðunum, og tí eru mótstøðufør móti stoytum í búskapinum

- og at tað er tørvur á langskygdum ætlanum í almenna geiranum.

Suðuroyartunnilin fer at kosta 27 prosent

Tjóðbankin vísir eisini á, at íløgur í vælferð og undirstøðukervi mugu gerast við atliti at fíggjarstøðuni og skuld, og bankin sigur, at hetta má havast í huga, nú tosað verður um at gera tunnil til Suðuroyar, sum tjóðbankin sigur væntandi fer at kosta 27 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Sambært tjóðbankanum minkaði bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum 2,4 prosent av koronufarsóttini, tá virksemið brádliga minkaði.

Bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum í fjør var 384.000 krónur fyri hvønn. íbúgva. Til samanberingar var bruttotjóðarúrtøkan 400.000 kr fyri hvønn íbúgva í Danmark í fjør

Øll frágreiðingin frá tjóðbankanum kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744