Mæla til tveir tímar í týskum í sjeynda flokki

Mæla til tveir tímar í týskum í sjeynda flokki
Ein arbeiðsbólkur heldur, at tað gongur ov long tíð, til næmingar hava møguleika at læra triðja fremmandamálið
Ein arbeiðsbólkur mælir til at flyta týskt í fólkaskúlanum niður í sjeynda flokk.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.11.2021 - 09:35

Næmingar fáa tveir tímar í týskum í 7. flokki, stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamál í skúlaverkinum.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Fólkaskúlanæmingar læra í dag danskt í 3. flokki og enskt í 4. flokki. 

Sambært paragraf §5. stk. 4 í fólkaskúlalógini skal týskt (ella annað fremmandamál) standa næmingunum í boði í 8. og 9. flokki.

Gongur ov long tíð

Grundgevingin at flyta týskt niður í 7. flokk, er, at arbeiðsbólkurin metir, at ov long tíð gongur, til næmingar hava møguleika at læra tað triðja fremmanda málið.

Tímatalvan í fólkaskúlanum er nóg full, og tí er ætlanin ikki at økja um tímatalið, men at flyta tímar í skipanini, sigur arbeiðsbólkurin.

Tað var í januar í ár, at landsstýrismaðurin í skúlamálum setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot um ítøkiligar tillagingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, sum hava til endamáls at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í føroyska skúlaverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303