Harðskapur eisini hetta vikuskiftið

Harðskapur eisini hetta vikuskiftið
Um seks-tíðina í morgun var eitt harðskapsmál í Havn
Harðskapur, grót í tunli og hálka var á borðinum hjá politinum í nátt.
 
27.11.2021 - 10:05

Um seks-tíðina í morgun var eitt harðskapsmál í Havn.

Politiið fekk fráboðan um, at ein maður var sligin á einum vegi nakað uttan fyri miðbýin.

Talan er um ómotiveraðan, ógrundaðan, harðskap, sigur politiið.

Maðurin, sum var sligin, fór á skaðastovnuna til kanningar.

Maðurin, sum sló, var tikin á staðnum. Hann verður avhoyrdur seinni í dag.

Grót og hálka

Um sjey-tíðina í morgun fekk politiið fráboðan um, at grót var dottið úr loftinum í Sandvíkartunlinum.

Ikki er talan um nógv grót, okkurt um 100 kilo, sigur politiið.

Í gjárkvøldið og í nátt var sera hált. Nakrir bilførarar komu illa fyri av tí.

Millum annað koppaði ein bilur. Fólk, sum var í honum, fór á sjúkrahús til kanningar.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815