Mál um hóttan, frælsistøku og pengar í rættinum

Mál um hóttan, frælsistøku og pengar í rættinum
Ein maður, sum var hóttur eftir lívinum, rindaði 167.000 kr. Fyrst var skuldin 75.000 kr., so bleiv hon 100.000 kr. og at enda 300.000 kr.
Eitt umfatandi mál um hóttan, frælsistøku og pengar verður viðgjørt í Føroya rætti í næstu viku.
 
01.12.2021 - 08:38

Hóttanir eftir lívinum, eisini hjá dóttur hansara, hóttanir um at sorla familju hansara og frælsistøka, fingu ein mann at gjalda 167.000 kr., sum nakrir menn hildu uppá, at hann skyldaði teimum.

Fyrst var skuldin 75.000 kr., so bleiv hon 100.000 kr. og at enda 300.000 kr.

Hóttanir, frælsistøka og pengar, sum vóru noyddir úr einum manni, eru kjarnin í einum máli, sum Føroya rættur fer at viðgera í næstu viku.

Fimm menn eru ákærdir.

Byrjar í 2019

Ákæruritið byrjar á heysti 2019, tá tríggir av teimum ákærdu sambært ákæruritinum royndu at smugla trý kilo av hashi úr Danmark til Føroya. Virðið var 75.000 kr. 

Smuglingin miseydnaðist.

Síðani heldur søgan fram á sumri í fjør.

Tá hóttir tann eini ákærdi á telefonappini Wickr ein mann í Havn við at drepa hann og dóttur hansara, og sorla familju hansara, um hann ikki rindar eina skuld, sum skal vera 75.000 kr.

Hótti maðurin rindar 50.000 kr.

Seldi bilin fyri at fáa pengar

Í september í fjør kemur sama hóttan. Nú er skuldin 100.000 kr. Maðurin rindar 60.000 kr. Hann seldi bilin hjá sær, sambært ákæruritinum.

Stutt fyri nýggjár í fjør er, sambært ákæruritinum, fyrra frælsistøkan. Skuldin er enn 100.000 kr.

Tann seinna frælsistøkan er 8.januar í ár. Tá er skuldin komin upp á 300.000 kr. Maðurin, sum bleiv bæði hóttur og sligin, sambært ákæruritinum, rindaði 57.000 kr.

Tríggir av teimum ákærdu eru ákærdir fyri frælsistøkuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858