Samgongan um fastogn: Kunnu ikki gera mun á ríkisborgarum

Samgongan um fastogn: Kunnu ikki gera mun á ríkisborgarum
Andstøðan í rættarnevndini heldur hinvegin, at uppskotið hjá landsstýrinum bindur ikki nóg væl fyri
Rættarnevndin hevur lagt fram álit til uppskotið hjá løgmanni um fastogn og útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum.
Mynd: (Savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.12.2021 - 11:39

Øll í Rættarnevndini hjá løgtinginum taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um fastogn og útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum.

Men bæði meirilutin í nevndini, sum eru samgonguumboðini, og minnilutin, andstøðan, hava broytingaruppskot.

Meirilutin heldur ikki, at til ber at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum, tá talan er um at keypa fastogn í Føroyum, og hevur tí broytingaruppskot tí viðvíkjandi. 

Búð í ríkinum í fimm ár

Allir danskir ríkisborgarar eiga at kunna keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, hava tey búð í ríkinum í minst fimm ár.

Og bara feløg, sum hava høvuðssæti sítt í Føroyum, kunnu keypa uttan loyvi, sigur meirilutin, sum við hesum vil avmarka skaran av feløgum, sum kunna keypa í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Bindur ikki nóg væl fyri

Minnilutin heldur, at uppskotið hjá landsstýrinum ikki bindur nóg væl fyri. 

Hann heldur, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og feløg, sum hava heimstað í Føroyum, skulu sleppa at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Minnilutin mælir eisini staðiliga til, at er endamálið útleigan, skal loyvi ikki gevast feløgum at keypa fastogn í Føroyum.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115