23 starvsfólk á LS hava koronusmittu

23 starvsfólk á LS hava koronusmittu
Omikron-frábrigdið er eisini staðfest millum starvsfólkini. Støðan ger, at skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum verða útsettar
At so nógv starvsfólk eru smittað, ger, at allar skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, sum ikki eru átrokandi, verða útsettar.
 
08.12.2021 - 13:00

23 starvsfólk á skurðdeildunum á Landssjúkrahúsinum eru nú smittað av koronu. Tað er eisini millum hesi starvsfólkini, at nýggja frábrigdið av koronu, omikron, er staðfest.

Tað váttar Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevi í Sjúkrahúsverkinum.

Sjúklingarnir á deildunum eru eisini kannaðir, og klokkan 11 fyrrapartin var koronasmitta ikki staðfest millum sjúklingarnar.

At so nógv starvsfólk eru smittað, ger, at allar skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, sum ikki eru átrokandi, verða útsettar.

Broyta innanhýsis mannagongdir

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum sigur seg í løtuni ikki hava stundir at gera samrøðu við útvarpið um støðuna. Tey siga seg heldur vilja nýta tíðina til millum annað at broyta innanhýsis mannagongdir á Landssjúkrahúsinum at forða fyri, at smittan breiðir seg. Smittuverjueindin er við í arbeiðinum.

Í gjár segði Margit Stórá, varastjóri í sjúkrahúsverkinum, við útvarpið, at 16 starvsfólk vóru smittað. Fyrrapartin var talið komið upp á 23 av 46. Tað kann vera at talið veksur, tí allar kanningarnar vóru ikki greinaðar. 

Margit Stórá segði eisini í gjár, at tey hava onga ábending um, hvaðani smittan stavar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672