Starvsfólk í PET undir illgruna fyri at hava likið

Starvsfólk í PET undir illgruna fyri at hava likið
Málið er latið ákæruvaldinum
 
09.12.2021 - 09:51

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hevur handtikið fýra núverandi og fyrrverandi starvsfólk í PET og í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, FE.

Tey fýra eru undir illgruna fyri at hava likið upplýsingar.

Tað boðar PET frá á heimasíðu síni í morgun. 

Tey fýra eru m.a. skuldsett fyri av órøttum at hava givið loyniligar upplýsingar frá fregnartænastunum víðari. Fólkini vóru handtikin í samstarvi við løgregluna. 

Sambært PET eru lekarnir kannaðir í longri tíð, og kanningarnar eru ikki lidnar. M.a. eru húsarannsóknir gjørdar á fleiri bústøðum.

Málið er nú latið ákæruvaldinum, skrivar PET.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454