Samferðslupakkin komin í tingið

Samferðslupakkin komin í tingið
Bensin, diesel og tungolja hækka 13 oyru liturin, og farmagjøldini hækka eisini. Ókeypis verður at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, og gjaldið í Eysturoyartunlinum lækkar
Ókeypis verður at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2021 - 08:05

Samferðslupakkin hjá landsstýrinum kom i tingið í gjár. 

Sambært pakkanum hækkar prísurin á bensini, dieseli og tungolju 13 oyru fyri liturin.

Tað fer at geva landskassanum sjey milliónir krónur fyri bensin og diesel og átta miliónir fyri tungolju.

300 kr. verða lagdar oman á vegskattin, tó ikki fyri legu- og viðfestivognar ella motorsúkklur.

Hækkingin kemur í gildi 1. juli næsta ár. Hon er mett at geva fimm milliónir krónur í 2022 og síðani 10 milliónir um árið. 

Farmagjøld hækka

Farmagjøldini hjá Strandfaraskipum landsins hækka, so tey geva fimm milliónir krónur meira enn nú.  

Hækkingarnar skulu fíggja avloysaraskip hjá Smyrli. Tað er mett at kosta 32 mió. kr. og 23 milliónir í rakstri.

Eingin serligur ferðastuðul verður latin, tá ferðast verður í undirsjóvartunlum. 

Tunnilsgjaldið lækkar

Spardi ferðastuðulin, 10 mill. kr., verður latin partafelagnum P/f Eystur- og Sandoyartunlum í stuðli, so tunnilsgjaldið kann lækka.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða ókeypis at brúka.

Og ætlanin er at selja partabrøv hjá landinum í partafeløgunum Tjaldri og Smyril Line fyri 86 mió. kr.

Samanumtikið javnvigar samferðslupakkin í rakstri og hevur eitt avlop, sum er 19 mió. kr.

Ætlanin er at keypa avloysaraskip fyri Smyril, tá hann er í dokk. Hetta skipið skal eisini brúkast at flyta farm um Suðuroyarfjørð. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339