Nógv broytingaruppskot seinka triðju viðgerð av fíggjarlógini

Nógv broytingaruppskot seinka triðju viðgerð av fíggjarlógini
Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, eru tað nógv broytingaruppskot - bara andstøðan í fíggjarnevndini yvir 30 - og tað tekur tískil tíð, at fáa tey øll klár
Triðja viðgerð av fíggjarlógini verður drúgv. Andstøðan hevur 42 broytingaruppskot, og tað er óvist, hvussu nógv samgongan hevur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2021 - 11:55

Triðja viðgerð av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022, sum skuldi byrja klokkan 10 í morgun, er nógv seinkað.

Tingfundurin byrjar eftir øllum at døma ikki fyrr enn eftir døgurða.

Orsøkin til seinkingina er, at klokkan 10 manglaðu enn fleiri skjøl at undirskrivast. Uttan neyðugu undirskriftirnar, kundu broytingaruppskotini til fíggjarlógaruppskotið ikki leggjast fram.

Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, eru tað nógv broytingaruppskot, og tað tekur tískil tíð at avgreiða tey øll.

Sum skilst hevur andstøðan í fíggjarnevndini yvir 30 broytingaruppskot, men enn er ógreitt hvussu nógv samgongan hevur.

 

Drúgvur tingfundur

Alt bendir á, at triðja viðgerð av fíggjarlógini kann gerast drúgv.

Tingfundurin er fyri tað fyrsta nógv seinkaður, tað eru nógv broytingaruppskot sum øll skulu avgreiðast fyri seg, tað skal atkvøðast og til síðst eru framløgur á skránni.

Tá øll broytingaruppskotini eru klár, kann Løgtingsformaðurin velja at niðurleggja fundin í eina løtu, so løgtingslimirnir kunnu lesa øll uppskotini ógjøgnum áðrenn viðgerðina.

Tað er tó púra vanligt, at 3. viðgerð av fíggjarlógini tekur langa tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221