KT-tænastur hjá peningastovnunum rigga illa í dag

KT-tænastur hjá peningastovnunum rigga illa í dag
Umleggingar hjá KT-veitaranum hjá peningastovnunum hava við sær, at ólag er á fleiri skipanum
 
25.06.2013 - 16:45

Felagið Føroyskir Peningastovnar boðar í tíðindaskrivi frá, at KT-veitarin hjá føroysku peningastovnunum hevur framt stóra KT umlegging í vikuskiftinum. Umleggingin hevur tíverri havt við sær, at nakrar tænastur hjá peningastovnunum eru óstøðugar og ikki virka sum tær skulu. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan.

Hesar tænastur rigga ikki
KT-veitarin boðar frá, at í løtuni er ólag á MasterCard Debit og Visa Electron gjaldskortum. Kortini kunnu hvørki nýtast í sjálvtøkum ella í handlum. Netbankin er eisini óstøðugur í løtuni og mælt verður til ikki at avgreiða flytingar úr "útbakka", tí at hetta hevur við sær, at brúkarin verður sperraður.

Arbeitt verður við at loysa trupulleikan. Til ber at lesa meiri um hetta á heimasíðunum hjá peningastovnunum, har tað eisini verður kunnað, tá trupulleikarnir eru loystir, sigur Felapið Peningastovnar í tíðindabrævi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162