Árið í fjør nógv tað besta hjá Suez-veitini

Árið í fjør nógv tað besta hjá Suez-veitini
Ever Given stongdi Suez í seks dagar, men kortini sigldu fleiri skip gjøgnum veitina í fjør enn í fyrraárið
At bingjuskipið Ever Given stongdi Suez-veitina í fleiri dagar í fjør, ávirkaði ikki raksturin av veitini, tvørturímóti.
 
03.01.2022 - 09:13

Hóast stóra bingjuskipið, Ever Given, stongdi Suez-veitina í næstan eina viku í fjør, so var árið nógv tað besta hjá veitini, skrivar NTB.

Egyptaland, sum eigur Suez-veitina, fekk 6,3 milliardir dollarar, svarandi til 56 milliardir kr., í avgjaldi frá skipum, sum sigldu gjøgnum veitina.

Talan var um ein vøkstur upp á 13 prosentstig sammett við 2020, sum átti metið frammanundan, upplýsir Osama Rabie, stjóri í egyptiska felagnum, ið rekur Suez-veitina.

Bingjuskipið, Ever Given, tipti veitina í seks dagar í mars í fjør. Hóast tað, so sigldu 20.694 skip gjøgmum Seuz-veitina í fjør samanborið við 18.830 skip í 2020, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375