USA hevur bílagt 20 milliónir koronutablettir

USA hevur bílagt 20 milliónir koronutablettir
Paxlovid-tablettin verjir eisini fyri omikron-frábrigdinum, sigur Pfizer
Koronutablettin frá Pfizer er væl umtókt, og nú hevur USA tvífaldað bíleggingina.
Mynd: RitzauScanpix  
 
05.01.2022 - 11:39

Amerikanski forsetin, Joe Biden, tvífaldar bíleggingina av koronutablettum frá Pfizer og bíleggur nú 20 milliónir tablettir.

Pfizer hevur upplýst, at ein kanning staðfestir, at Paxlovid-tablettin verjir fyri álvarsligari sjúku.

Hon verjir eisini fyri omikron og kann minka um vandan fyri at verða innlagdur ella at doyggja av smittuni við 89 prosentum, um tablettin verður tikin í seinasta lagi tríggjar dagar eftir sjúkutekin, skrivar Pfizer.

Evropiski heilivágsstovnurin, EMA, góðkendi í desember Paxlovid-tablettina at brúka av neyð til serliga viðkvæmar sjúklingar í ES-londum, har nógv koronusmitta er.

Danmark hevur bílagt 50.000 Paxlovid-tablettir og Noreg 41.000.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375