Grønland: Tey flestu skulu kanna seg við hús

Grønland: Tey flestu skulu kanna seg við hús
Orka er ikki til at kanna øll fyri koronu við PCR-kanning, sigur landslæknin í Grønlandi
Henrik L. Hansen er landslækni í Grønlandi, har koronusmittan breiðir seg skjótt í løtuni.
Mynd: KNR  
 
11.01.2022 - 14:14

Nú fer ikki at bera til hjá øllum at lata seg kanna á koronukanningarstøðum í Grønlandi.

So nógv trýst er á kanningarstøðunum og heilsuverkinum av teimum smittaðu, at myndugleikarnir hava avgjørt, at øll ikki longur kunnu potast í hálsinum uttan víðari.

Tað boðaði grønlendska landstýrið frá á tíðindafundi í gjár.

Harafturímóti skulu fólk í størri mun skundkanna seg heima við hús.

Vísir kanningin, at tú ert positivur, skal hetta síðani váttast við einari PCR-kanning. 

 

Fáa diagnosu

Vísir PCR-testin eisini, at tú ert smittaður, fært tú eina diagnosu, og tá eru boðini at halda seg við hús, og ikki seta seg í samband við heilsuverkið uttan so, tú verður illa sjúkur, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

So leingi, tú bara er vanliga sjúkur, skal tú ikki seta seg í samband við hvørki lækna ella heilsuverk.

- Vit hava ikki nakað val longur, sigur landslæknin í Grønlandi. Skipanin er nú undir so stórum trýsi, at vit eru noydd at geva fólki ein part av ábyrgdini, sigur hann sambært KNR.

- Tað tænir ongum endamáli, at øll fáa eina diagnosu. Tað er har vit eru nú, tí smittan breiðir seg so skjótt. Vit kunnu ikki brúka alla orkuna at kanna, tá smittan er kring alt landið, og tað fer hon at verða heilt skjótt, leggur hann aftrat.

 

Eisini undantøk

Tað eru tó undantøk fyri nýggju leiðbeiningunum.

Eldri fólk, og tey við hjarta- og lungnasjúkum, sum hava sjúkutekin, kunnu tó framvegis kannast, uttan at skula kanna seg heima við hús fyrst.

Aftrat broyttu kanningarstrategiini, skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur kl 22 næstu tvær vikurnar, og útgerð til 40.000 skundkanningar verða latnar kommunum at geva fólki.

Í løtuni eru fleiri enn 2700 fólk smittað í Grønlandi, og bara í gjár vóru 477 smittutilburðir staðfestir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738