Yvirfriðingarnevndin skal viðgera smoltstøð í Ónavík

Yvirfriðingarnevndin skal viðgera smoltstøð í Ónavík
Støðin verður bygd bæði í Sumbiar kommunu og Vágs kommunu, men vágbingar halda seg hava fingið ov lítið at vita um málið
Bakkafrost skal byggja smoltstøð í Ónavík, og málið er nú til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini. Henda myndin er av alingum hjá Bakkafrosti á Tvøroyri.
 
20.01.2022 - 10:08

Málið um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Ónavík í Suðuroynni er nú í Yvirfriðingarnevndini.

Friðingarnevndin í Suðuroynni hevur góðkent verkætlanina við nøkrum treytum.

Tað óvanliga er, at bygt verður í tveimum kommunum, í Sumbiar kommunu og í Vágs kommunu.

Vatntangarnir vera í Sumbiar kommunu, og vatnið verður tikið í Sumbiarbergholinum.

Men smoltstøðin sjálv verður bygd í Vágs kommunu.

Fólk í Vágs kommunu siga seg hava fingið ov lítið at vita um smoltstøðina og hava gjørt vart við tað hjá kommununum. 

Sum skilst ætlar Bakkafrost at hava kunnandi fund um verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028