Fjórða prik og koppseting av børnum

Fjórða prik og koppseting av børnum
Koppsetingarbólkurin hevur fund hósdagin, um koppsetingin av børnum skal vera eitt tilboð ella tilmæli
Áhugin at lata børn koppseta seg fyri koronu er lítil. Fríggjadagin høvdu tilsamans 59 børnum tikið av møguleikanum.
 
25.01.2022 - 15:24

Koppsetingarbólkurin fer hósdagin at taka støðu til, um fjórða prikið skal verða boðið fólki, sum ikki tola at fáa koronu. 

Koppsetingarbólkurin skal eisini taka støðu til, um koppseting til børn, 5 til 11 ár, skal vera eitt tilboð, ella eitt tilmæli - tað vil siga ein áheitan frá landsins myndugleikum.

Á tíðindafundinum fríggjadagin vóru Bárður Nielsen, løgmaður, og Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri, ikki á einum máli, um koppseting til børn millum 5 og 11 ár er tilmælið frá landsstýrinum, ella um tað bara er eitt tilboð til tey, sum ikki tola at fáa koronu.

Tummas í Garði, læknastjóri, segði soleiðis:

 

1504061

 

Tilmæli ella tilboð

Bárður á Steig Nielsen vildi hinvegin vera við, at tað er eitt tilmæli. Samstundis segði løgmaður, at júst hetta tilmælið hava tey lagt upp í hendurnar á heilsufakliga myndugleikanum.

Tað var sostatt ógreitt, um tað er eitt tilmæli ella eitt tilboð at koppseta børn undir 11 ár í Føroyum, og tískil endaði málið á borðinum hjá formanninum í koppsetingarbólkinum. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við útvarpið í dag, at talan hevur alla tíðina verið um eitt tilboð. 

Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, er talan tó formliga um eitt tilmæli, sum nú møguliga skal broytast.

Fundurin i koppsetingarbólkinum skuldi vera í dag, men er útsettur til hósdagin.

 

Lítil áhugi

Áhugin hevur ikki verið stórur at koppseta børn undir 11 ár. 

Tað tók langa tíð at fáa eina skipan í lag, um hvør skuldi koppseta tey, og síðani koppsetingin er komin í lag hevur lítil eftirspurningur verið eftir tíðunum, sum eru lagdar út. 

Fríggjadagin høvdu tilsamans 59 børn tikið av møguleikanum at lata seg koppseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571