Formaðurin: Landsstýrismaðurin má loysa trupulleikan

Formaðurin: Landsstýrismaðurin má loysa trupulleikan
Fíggjarnevndin hartar SSL í málinum um bíleggingarskipanina. Hon er ikki liðug, og ógreitt er, hvussu nógv hon fer at kosta
Erhard Joensen er formaður í Fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2022 - 13:16

- Málið er handfarið á sera óhepnan hátt, og nú má landsstýrismaðurin loysa trupulleikan.

Tað sigur Erhard Joensen, formaður í Fíggjarnevndini, í sambandi við at Fíggjarnevndin hartar Strandferðsluna fyri bíleggingarskipanina, har farið var í gongd uttan útboð og uttan at gera skrivliga avtalu við valda veitaran.

Bíleggingarskipanin er ikki liðug, og tað er ógreitt, hvussu nógv hon fer at kosta, sigur Fíggjarnevndin.

Higartil hava Strandfaraskip landsins bókað 4,5 mió. kr., og óbókaðar rokningar eru 1,8  mió. kr., tí ósemja er við veitaran.

Strandfaraskip meta, at bíleggingarskipanin fer at kosta okkurt um 8 mió. kr.

Eisini er ógreitt, nær, ella um, skipanin verður sett endaliga í verk, og um Strandfaraskip landsins verða noydd at fáa hjálp frá øðrum veitara til at gera skipanina lidna. 

Hoyr Erhard Joensen her:

 

1506777


 

Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at handfaringin av málinum hevur verið sera óheppin:

 

1506778

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809