Savnsvørðurin í Havn sagt seg úr starvi

Savnsvørðurin í Havn sagt seg úr starvi
Í løtuni er ógreitt, hvat hendir við bygninginum á Frúutrøð, sum hevur hýst býarsavninum
Margretha Nónklett hevur sagt seg úr starvi sum savnsvørður á býarsavninum í Havn.
 
08.02.2022 - 13:04

Savnsvørðurin í Tórshavnar kommunu, Margretha Nónklett, hevur nú sagt seg úr starvi.

Margretha Nónklett hevur áður víst á ótolandi arbeiðsumstøður, orsakað av óvissu hølisviðurskiftunum hjá býarsavninum.

- Sum støðan er í løtuni, er avgerð ikki tikin um, hvat bygningurin á Frúutrøð, har býarsavnið húsast, skal nýtast til.

Tað sigur Anfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, í stuttari viðmerking til Kringvarpið. 

Eingin støða tikin

- Eg eri júst kunnaður um, at Margretha Nónklett hevur sagt seg úr starvi, og tað eri eg sjálvandi harmur um, sigur hann.

- Býráðsfundur hevur ikki verið, síðani savnsvørðurin segði seg úr starvi, og tí er trupult hjá mær at siga, hvat fer at henda við býarsavninum. Málið liggur í løtuni í byggi- og býarskipanarnevndini, ið skal taka støðu til, um bygningurin skal nýtast til íbúðir ella ikki, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Býarsavnið hevur hildið til í gamla elementskúlanum á Frúutrøð, men í løtuni er ógreitt, hvat fer at henda við býarsavninum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558