Landingar uttanlands: Landsstýrismaðurin fylgir gongdini

Landingar uttanlands: Landsstýrismaðurin fylgir gongdini
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
18.02.2022 - 15:33

Landsstýrismaðurin fylgir gongdini. Heldur hann, at grundarlag er fyri at geva uppsjóvarskipum undantak at landa uttanlands, verður tað gjørt við broyting í kunngerðini um landing í Føroyum.

Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Løgtingsmaðurin spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin heldur, at tað er skilagott, at skip liggja upp til fleiri dagar og bíða eftir landingartørni. Og hvørjar loysnir landsstýrismaðurin sær fyri sær á hesum økinum, soleiðis at skipini sleppa aftur til fiskiskap sum skjótast?

 

Breið semja

Árni Skaale svarar, at tað hevur verið breið politisk semja um, at øll veiða hjá føroyskum skipum í mestan mun skal leggjast upp í Føroyum. Hetta var sett í gildi við løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og er endurtikið í sjófeingislógini.

Hann sigur víðari, at í samgonguskjalinum hava flokkarnir avtalað, at allur fiskur skal landast í Føroyum, men tilskilað er, at um móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, skal undantak verða givið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576