Breddin: Støðan í Ukraina og formansskifti í Fólkaflokkinum

Breddin: Støðan í Ukraina og formansskifti í Fólkaflokkinum
Jørgen Niclasen er farin úr landsstýrinum, og í gjár boðaði hann frá, at hann stillar ikki uppaftur til formanssessin í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2022 - 09:26

Seinastu tvey árini hevur koronufarsóttin verið á tíðindabreddanum, men nú er tíðindarenslið á tremur við kríggi.

Verður ein kreppa avloyst av einari aðrari og einum nýggjum ótta? Og hvat ger hetta við okkum, nú kirkjur í dag lata hurðarnar upp at biðja fyri friði?

Og nú formaðurin í Fólkaflokkinum í gjár endaliga boðaði frá, at hann ikki stillar uppaftur sum formaður, hvør fer so at føra flokkin víðari, og hvør megnar at savna ein flokk, sum sjáldan, um nakrantíð, hevur verið so syndraður sum nú?

Breddin greinar støðuna og formansevnini í Fólkaflokkinum, og vit frætta vit eisini úr Ukraina, har russar aftur í nátt hava skotið við rakettum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425