ES-tiltøkini fara at raka Russland meint

ES-tiltøkini fara at raka Russland meint
Fimm tiltøk eru í pakkanum, sum øll 27 ES-londini samdust um í nátt
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sigur, at tiltøkini fara at raka Russland meint.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.02.2022 - 14:04

Tiltøkini, sum ES fer at seta í verk ímóti Russlandi eftir innrásina í Ukraina, fara at raka meint.

Tað segði forsetin í ES, Charles Michel, tá hann saman við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen.

Fimm tiltøk eru í pakkanum, sum tey 27 ES-londini samdust um í nátt.

Fíggjargeirin og orkugeirin

Fyrsta átakið fevnir um fíggjargeiran, og 70 prosent av fíggjargeiranum í Russlandi verður raktur. M.a kann Russland ikki virka á týdningarmestu fíggjarmarknaðunum.

ES fer eisini at virka fyri at minka um keypið av olju og gassi úr Russlandi. Tað fer at hava við sær hægri lánskostnaðir, sum so aftur fara at hava størri inflasjón við sær.

Tiltøk skulu eisini raka orkugeiran, og tað fer sum frálíður at gera tað ómøguiligt hjá Russlandi at viðlíkahalda oljureinsiverkini.

- Vit hava alt ov stóran tørv á orku úr Russlandi, og mugu tí gera tað, sum er neyðugt, fyri at sleppa undan russisku orkuni, sigur von der Leyen.

Eingir eykalutir

Triðja stigið er at steðga allari sølu av eykalutum til flogfør. Tað fer at raka flutningskervið og samstndis flutningin í øllum landinum.

Tríggir fjórðingar av øllum russiskum flogførum,  sum eru í sivilari vinnu, eru bygd í øðrum londum.

Fjórða stigið er at avmarka russisku atgongdina til tøkni, og tað fer sambært forkvinnuni í ES-nevndini nevndini at steðga øllum framburði í Russlandi.

Fimta stigið er gera visumpolitikin strangari, og tað fer at avmarka atgongdina hjá russiskum diplomatum og handilsfólkum at vitja í vesturheiminum, serliga í ES.

Samstarva við onnur lond

Øll tiltøkini eru samtykt í samstarvi við USA, Bretland og Kanada, sigur Ursula von der Leyen. Og nú taka eisini Suðurkorea, Japan og Avstralia undir við tiltøkunum, legði hon aftrat.

- Putin ætlar við valdi at seta mørkini í Evropa av nýggjum, men tað skal ikki eydnast honum, segði Ursula von der Leyen, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201