Putin fúsur at samráðast við ukrainska forsetan

Putin fúsur at samráðast við ukrainska forsetan
Russland setur sum treyt, at ukrainar leggja vápnini, og at Ukraina verður uttanveltað
Vladimir Putin, forseti, sigur, at hann er til reiðar at senda eina sendinevnd til Hvítarussland at samráðast við ukrainskar leiðarar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.02.2022 - 15:48

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at hittast við samráðingarborðið. 

- Eg heiti enn einaferð á russiska forsetan. Samanbrestir eru um alt Ukraina. Latið okkum sessast við samráðingarborðið og steðga talinum á deyðum, segði Zelensky í sjónvarpi fyrr í dag.

Og sambært einum talsfólki í Kreml, er Putin nú til reiðar at senda eina sendinevnd til høvuðsstaðin í Hvítarusslandi at samráðast. 

 

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, hevur biðið russiska starvsbróðurin um sessast við samráðingarborðið. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Minsk hevur verið miðdepil í samráðingum millum Ukraina, Russland og sjálvtilnevndu lýðveldini, Luhansk og Donetsk, í Eysturukraina.

Russland hevur fyrr víst aftur at samráðast um russisk áhugamál.

Skulu leggja vápnini

Russland hevur sagt, at ávís krøv eru fyri, at samráðingar við Ukraina koma upp á tal, m.a skulu ukrainar leggja vápnini, og at landið skal gerast uttanveltað.

Fyrr í dag vardi russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, innrásina í Ukraina.

- Russland kann ikki vísa líkasælu, tá ið leiðararnir í lýðveldunum, Donetsk og Luhansk, hava biðið um hernaðarliga hjálp móti áloyparum, segði Lavrov við russisku tíðindastovuna RIA.

- Øll hesi árini hava okkara samstarvsfelagar í Vesturheiminum altíð vart russiska stýrið og hava vent blinda eygað til fólkadráp. Vesturheimurin skúgvar til viks veruleikan um fólkadrápini í Donbass, sigur Lavrov.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949