34.648 fólk hava havt koronu seinastu tvey árini

34.648 fólk hava havt koronu seinastu tvey árini
Seinastu sjey samdøgrini eru 1.050 staðfest at vera smittað
Sjúkrahúsverkið er givið at kanna fyri koronu, men landslæknin hevur framhaldandi eftirlit við støðuni fyri at tryggja, at nýggj frábrigdi verða uppdagað skjótast gjørligt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2022 - 08:32

Í gjár, seinasta dagin, sum almennnu koronutølini vóru kunngjørd, vóru 275 tilburðir staðfestir.

551 kanningar vóru gjørdar mánadagin.

34.648 koronutilburðir eru staðfestir í Føroyum síðani 3.mars 2020.

Seinastu sjey samdøgrini eru 1.050 staðfest at vera smittað.

Í løtuni eru seks fólk innløgd við koronu, harav tvey vegna koronu. 31 fólk eru deyð við koronu í Føroyum.

 

Tvey ár síðani fyrsta tilburðin

Fyrsti staðfesti smittutilburðurin í Føroyum var fyri tveimum árum síðan, tann 3.mars 2020.

626 tilburðir vóru staðfestir í 2020, 5.455 í 2021, og í ár eru staðfestir 28.567 korounutilburðir.

Stóra smittulutfallið gevur ábendingar um, at myrkatalið er stórt, sigur landslæknin. 

Hetta eru tilburðir, sum ikki eru staðfestir. 

 

Meginparturin hevur havt omikron

Landslæknin heldur tí, at meginparturin av fólkinum í Føroyum hevur havt omikron-frábrigdið.

Landslæknin hevur framhaldandi eftirlit við støðuni fyri at tryggja, at nýggj frábrigdi verða uppdagað skjótast gjørligt.

Hann fer eisini at hava eftirlit við, hvussu leingi mótstøðuføri er eftir smittu við koronu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595