Chelsea til sølu: Roman Abramovich tekur seg úr Onglandi

Chelsea til sølu: Roman Abramovich tekur seg úr Onglandi
Russiski eigarin hjá Chelsea, Roman Abramovich, hevur sett Premier League felagið til sølu, og bretskir miðlar siga, at hann er í gongd við at taka seg úr Onglandi
Roman Abramovich er á veg úr Chelsea, siga enskir miðlar
Mynd: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.03.2022 - 13:25

Russiski eigarin hjá Chelsea, Roman Abramovich, hevur sett Premier League-felagið til sølu, skrivar The Guardian og aðrir enskir miðlar.

Roman Abarmovic hevur átt Chelsea síðan 2003.

Hildið verður, at sveisiski milliardingurin, Hansjörg Wyss, hevur ætlanir um at keypa London-felagið. Eisini eitt amerikanskt samtakt sigst vera áhugað.

Síðstu dagarnar hava røddir verið frammi í enska tinginum, sum hava spurt eftir møguligum revsitiltøkum ímóti Roman Abramovich. Chris Bryant, sum er tinglimur fyri Labour, sigur, at 55 ára gamli Roman Abramovich er farin undir at selja sínar ognir í Bretlandi fyri at sleppa undan fíggjarligum revsitiltøkum.

Tí verður hildið, at ein møgulig søla av Chelsea fer at ganga skjótt fyri seg. Stórfelagið í vesturlondon vil ikki gera viðmerkingar.

Roman Abramovich hevur annars noktað fyri, at hann hevur tætt samband við russiska forsetan Vladimir Putin ella russiska statin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535