P/f Eysturoyartunnilin skal eisini rinda landinum pening

P/f Eysturoyartunnilin skal eisini rinda landinum pening
Hóast landið í lógaruppskotinum um Eysturoyartunnilin bindur seg at lata partafelagnum Eysturoyartunlinum endurgjald fyri lógarbroytingar og aðrar broytingar í framtíðini, so sum nýggj trygdarkrøv, fær landið eisini pengar aftur frá felagnum
 
11.07.2013 - 09:45

Sambært lógaruppskotinum, sum sambært Innlendismálaráðnum kemur í løgtingið ólavsøkudag, liggur tann treyt við einkarrættinum, at felagið rindar landsstýrismanninum tað, sum hann brúkti til at fyrireika og gera sáttmálan um einkarrættin.

Gjaldið er í mesta lagi 15 mió. kr. Men tað skal ikki gjaldast, fyrr enn tunnilin er tikin í brúk, í seinasta lagi í 2023 sambært tíðarætlanini í uppskotinum um sáttmála millum landsstýrismannin í innlendismálum og Copenhagen Infrastructure Partners. 

 

6 mió. í ár og 6 mió. næsta ár

Í fíggjarlógini fyri 2013 eru seks milliónir krónur settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin, og ætlanin er eisini at játta seks milliónir næsta ár.   

Innlendismálaráðið hevur ikki roknað út ella mett, hvussu nógv landið skal rinda P/f Eysturoyartunlinum í endurgjaldi fyri møguligar lógarbroytingar í framtíðini, broytingar, sum ávirka einkarrættin hjá felagnum at gera, eiga og reka undirsjóvartunnilin og íbindingarvegirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327