Miriam og Rúni vunnu Grand Prix-kappingina í badminton

Miriam og Rúni vunnu Grand Prix-kappingina í badminton
Miriam í Grótinum og Rúni Øster - bæði úr HBF - gjørdust meistarar í badminton hjá teimum vaksnu
Miriam í Grótinum vann Grand Prix-kappingina í badminton
 
29.03.2022 - 14:16

Miriam í Grótinum og Rúni Øster - bæði úr Havnar Badmintonfelag - gjørdust meistarar í badminton hjá teimum vaksnu. Tað er greitt eftir síðstu Grand Prix-kappingina herfyri.

Bæði tvey høvdu tryggjað sær heitið undan síðstu kappingini. Miriam í Grótinum vann við 200 stigum frammanfyri Bjarnhild í Buð Justinussen (160) úr Klaksvíkar badmintonfelag og Sannu Torkildshøj (130) úr HBF.

Rúni Øster tók sigurin við 170 stigum, meðan Fai Yin Wong (100) og Magnus Dal Christiansen (90) endaðu á ávíkavist øðrum og triðja plássi. Allir tríggir eru úr Havnar Badmintonfelag. 

Føroyameistaraskapi fyri vaksin verður í ár tann 12.-14. mai, har stóri finaludagurin saman við judo og borðtennis verður leygardagin tann 14. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025