- Tíðindi, mentan og ítróttur
5.600 mál um krígsbrotsverk verða kannað
Millum eyðmerktu fólkini er hernaðarleiðarar, politikarar og myndugleika-fólk í Russlandi, skrivar Bloomberg.
- Nærum øll øki í Ukraina eru bumbað, og vit hava ítøkiligar upplýsingar um allar býir og landspartar, sigur ukrainski ríkisadvokaturin, Iryna Venediktova.
Hon sigur, at størsti krígsbrotsmaðurin í hesi øldini er russiski forsetin, Vladimir Putin.
Altjóða revsidómstólurin, ICC, og í minsta lagi 11 lond í Evropa kanna eisini krígsbrotsverk í Ukraina.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur ikki mist vónina fyri eini loysn við samráðingarborðið.
- Vit mugu berjast, men berjast fyri lívi. Tú kanst ikki berjast fyri dusti og tí, sum ikki er og har eingi fólk eru. Tí hevur tað stóran týdning at steðga hesum krígnum, sigur Zelenskyj í samrøðu við AP-tíðindastovuna.
Hann heldur fram at berjast fyri havnabýnum Mariupol við Azov-havið har suðuri í landinum, hóast russiskt-stuðlaðar loysingarsdeildir nú hava valdið yvir meginpartinum av býnum, og tað tykist, sum um russiskar deildir umskipa seg og herða álopini fyri at fáa valdið í Donbas-økinum.
Zelenskyj sigur, at ukrainskar deildir royna at verja Mariupol, sum hann nevnir "hjartað í krígnum".
Sambært AP, tykist Zelenskyj móður, men er framvegis sannførdur um at halda fram, skrivar NTB.
Serhiy Gaidai, guvernørur í Luhansk, sigur við Telegram, at níggju tok standa tilreiðar at flyta íbúgvar úr Luhansk-økinum.
Eisini er semja um at gera níggju humaniterar geilar í dag. Millum annað eina úr Mariupol.
Bretska fregnartænastan ávaraði í gjár um, at eitt luftálop er væntandi har eystur í Ukraina.
Enn ein hópgrøv við sivilfólki, er funnin nærindis Kyiv.
Tað sigur ukrainskur embætismaður við úkrainskt sjónvarp.
Hópgrøvin skal verða funnin nærindis eini bensinsølustøð í bygdini Buziva,- vestanfyri Kyiv, skrivar Reuters.
Tað er enn ógreitt, hvussu nógv eru grivin har, sigur lokali leiðarin, Taras Ddytsj, við úkrainskt sjónvarp.
Aðrar keldur hava ikki váttað upplýsingarnar.
Síðani russiskar deildir fóru úr økinum í útriðini av ukrainska høvuðsstaðnum, eru fleiri hópgravir funnar.