Martin Restorff gevst sum stjóri í Hilton Garden Inn

Martin Restorff gevst sum stjóri í Hilton Garden Inn
Martin Restorff skiftir stjórasessin á Hilton Garden Inn út við ein nevndarsess á hotellinum, stendur í tíðindaskrivi
Soleiðis kenna vit Martin Restorff sum stjóra fyri Hilton Garden Inn. Men 1. september gevst hann sum stjóri
Mynd: Savnsmynd  
 
12.04.2022 - 10:49

Martin Restorff hevur verið ímyndin av Hilton Garden Inn bæði áðrenn og aftaná at hotellið læt dyrnar upp.

Stórsmílandi stjórin hevur verið kanska fremsta sølufremjandi átakið hjá hotellinum á Staravegnum í Havn, síðani tað læt upp mitt í ringastu koronutíð. 

Men nú er tað liðugt. Martin Restorff gevst sum stjóri í Hilton, men fer nú at sita í nevndini fyri hotellinum. 

Hetta boðar Hilton Garden Inn frá í tíðindaskrivi. 

Fer úr stjórasessinum 1. september

Í nevndini skal Martin Restorff vera við til framhaldandi at menna hotellið, sum hann hevur verið stjóri á, síðani farið var undir at fyrireika og byggja hotellið fyri fýra árum síðani.

Nú er stundin komin at skifta stjóarsessin á hotellinum út við ein nevndarsess, heldur kendi stjórin.

- Í nevndini fái eg møguleikan at vera við til at víðarimenna virksemið á Hilton, meðan ein nýggjur stjóri tekur sær av dagliga rakstrinum. Tað er krevjandi at hava dagligu ábyrgdina av hotell-virkseminum, og nú gleði eg meg til at kunna hugsavna meg um hotellið á yvirskipaðum strategiskum stigi saman við nevndini og komandi stjóranum, sigur Martin Restorff, sum fer úr stjórasessinum 1. september í ár.

 

Tvær milliónir krónur í yvirskoti

Nú verður farið undir at leita eftir nýggjum stjóra, sum saman við nevndini kann føra Hilton Garden Inn víðari á tí trygga undirstøði, ið er lagt seinastu fýra árini.

Formliga hevur dótturfelagið hjá Atlantic Airways, sum nevnist Hotel Atlantic, hotell-raksturin um hendi undir navninum Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Ársaðalfundur var í Hotel Atlantic 8. apríl, har eitt nú roknskapurin fyri 2021 varð lagdur fram. Avlopið av virkseminum hjá Hilton Garden Inn var tvær milliónir krónur fyri skatt, og tað er nevndin væl nøgd við.

- Vit eru væl nøgd við gongdina higartil. Serstakliga tá hugsað verður um, at hotellið ongan almennan koronustuðul fekk, og at avdráttarskái í koronutíðini var nóg mikið til at fáa hotellið ígjøgnum strævnu tíðina, tá alheimsfarsóttin herjaði. Og tað sær tíbetur út til, at verulig gongd aftur kemur á ferðavinnuna í ár, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.

Í nevndini í Hotel Atlantic sita Niels Mortensen, formaður, Allan Linneberg Agerholm, Jóhanna á Bergi, Marius E. Davidsen og Martin Restorff, sum var valdur í staðin fyri Lailu Ísheim Hentze, ið fór úr nevndini á aðalfundinum fríggjadagin.

 

>>SÍ MYNDIRNAR, SUM BJARNI Á. RUBEKSEN TÓK Í SAMBANDI VIÐ, AT HILTON GARDEN INN LAT UPP
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609