Heilsumyndugleikarnir fara ikki at keypa jodtablettir inn undir seg

Heilsumyndugleikarnir fara ikki at keypa jodtablettir inn undir seg
Vandin fyri at Føroyar verða raktar av geislavirknum útláti av krígnum i Ukraina er ikki øktur, heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Jodtablettir mótvirka geilsavirkni
Mynd: Shutterstock.com  
 
13.04.2022 - 08:25

Heilsumálaráðið hevur ongar ætlanir um at keypa jodtablettir, sum mótvirka geilsavirkni, inn undir seg. 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú danska heilsustýrið hevur boðað frá, at tað fer at keypa tvær milliónir jodtalblettir, tí at vandin er nú øktur fyri, at Danmark verður rakt av geislavirknum útláti av krígnum í Ukraina. 

Vandin er ikki øktur fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

jod

Kaj Leo Holm Johannesen leggur eisini afturat, at tað er umráðandi at ikki leypa hvøkk í fólk og at ongin orsøk er at stúra fyri geislvirkni í Føroyum.

Sjálvt um tað skuldi hent, at kjarnorkuvápn verða nýtt í krígnum í Ukraina, so er møguleikin fyri, at geislavirkni rakar Føroyar, sera lítil. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329