Føroyar enn ikki tikið støðu til ES-bann av russiskum skipum

Føroyar enn ikki tikið støðu til ES-bann av russiskum skipum
Landsstýrismaður í uttanríkismálum hevur biðið um eina útgreining av banninum og undantøkunum, fyri at nágreina júst hvønn bólk fiskiskip fella undir
 
13.04.2022 - 19:30

Leygadagin, páskaaftan, kemur bannið í gildið, sum steðgar russiskum skipum í at koma inn í havnir í ES londum.

Bannið kemur sum partur av 5. pakkanum við revsitiltøkum.

Undantøk eru tó, eitt nú fyri skip, sum eitt nú flyta olju og gass, matvørður og neyðsynjarvørður.

 

Ikki tikið støðu

Føroyar hava ikki bannað russiskum skipum at koma í føroyskar havnir, og tað verður heldur ikki gjørt enn.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum sigur í stuttari viðmerking, at landsstýrið ikki hevur tikið støðu til hvat tey gera enn, og hava biðið um eina útgreining av banninum og undantøkunum, fyri at nágreina júst hvønn bólk fiskiskip fella undir, tí í løtuni tykist tað at vera ein tulkingarspurningur.

Tí verður helst ikki greitt hvussu verður við bannið móti russiskum skipum í føroyskum havnum fyrr enn eftir páskir, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786