Niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini er nóg mikið fyri tryggingarfelagið

Niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini er nóg mikið fyri tryggingarfelagið
Betri Trygging krevur onga sjófrágreiðing í sambandi við, at Eysturbúgvin sakk, tí niðurstøðan í frágreiðingini, ið danska skaðanevndin fer at koma við, er nóg mikið
Niðurstøðan í frágreiðingini, ið danska skaðanevndin kemur við, er nóg mikið, tí er ikki neyðugt við sjóforhoyri um, hví Eysturbúgvin sakk
Mynd: savnsmynd  
 
20.04.2022 - 11:34

Í Degi og Viku í gjárkvøldið kom fram, at eingin av pørtunum hava biðið um sjófrágreiðing, eftir at Eysturbúgvin sakk skírisdag suður móti bretska markinum, har teir vóru á gulllaksaveiðu og partrolaðu saman við Vesturbúgvanum.

Hetta hendi eftir ein samanstoyt millum skipini bæði.

Sambært Virgari Dahl, ið er sjókundastjóri í Betri Trygging, sum hevur tryggjað Eysturbúgvan, krevur tryggingarfelagið ikki sjófrágreiðing, sum fyrr var vanligt at gera í sambandi við skaðatilburðir á sjónum. 

Fyri tryggingarfelagið er nóg mikið við niðurstøðuni í frágreiðingini, ið danska skaðanevndin fer at koma við. Skaðanevndin kom til Føroya sama kvøld, sum tilburðurin hendi um fimm tíðina um morgunin, at kanna málið um orsøkina til tilburðin.

Tað var Sjóvinnustýrið, sum bað donsku skaðanevndina koma til Føroya at kanna hendingina, og tað tekur vanliga nakrar vikur, til ein slík frágreiðing er liðug.

Sí hvussu tað sá út á AIS-skipanini hjá Vikmar, tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stoyttu saman, og Eysturbúgvin sakk. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751