77 ára gamal maður álopin í býnum í Havn

77 ára gamal maður álopin í býnum í Havn
Løgreglan leitar nú eftir vitnum og biður tey venda sær til løgreglustøðina, um tey halda seg hava sæð nakað illgrunasamt
Mynd: (savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2022 - 10:25

 

Klokkan 2.25 í nátt var ein 77 ára gamlal maður álopin á vegamótinum Sverrisgøta - Tróndargøta.

Ein bilur steðgaði við síðuna av manninum, har tríggir mans komu úr bilinum og løgdu á mannin. Eftir øllum at døma heilt ógrundað. Maðurin var skumpaður so mikið hart, at hann datt aftur av og stoytti høvdið í. 

Teir tríggir menninir settu seg síðani aftur í bilin og koyrdu avstað.

Løgreglan leitar nú eftir vitnum, sum hava sæð hendingina, og biður tey venda sær til politistøðina, um tey halda seg hava sæð nakað illgrunasamt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775