Lógarbroyting skal loysa ósemju um atgongd til upplýsingar

Lógarbroyting skal loysa ósemju um atgongd til upplýsingar
Løgtingið er ikki samt við niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum, um at Almannaverkið ikki hevur loyvi at geva Landsgrannskoðanini netatgongd
Jógvan á Lakjuni og hini í formansskapinum í løgtinginum hava lagt fram uppskot um at broyta lógina um Landsgrannskoðanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2022 - 08:27

Ein ósemja millum Dátueftirlitið, Landsgrannskoðanina og Løgtingið verður loyst við lógarbroyting.

Formansskapurin í Løgtinginum hevur skotið upp at broyta lógina um Landsgrannskoðanina, so hon hevur beinleiðis atgongd til elektroniskar upplýsingar í teimum telduskipanum, sum eru grundarlag undir grannskoðanini.

Dátueftirlitið hevur gjørt av, at Almannaverkið ikki hevur loyvi at geva Landsgrannskoðanini beinleiðis netatgongd til fakskipanir sínar.

Løgtingið er ikki samt í hesi niðurstøðuni. Haðani verður staðfest, at heimildin longu er í grannskoðanarlógini.

 

Leggur seg út í arbeiðið

Formansskapurin sigur, at Dátueftirlitið leggur seg beinleiðis út í arbeiðið hjá Landsgrannskoðanini og forðar henni í at loysa sínar uppgávur.

Samskiftið við Dátueftirlitið hevur verið úrslitaleyst, sigur formansskapurin.

Av tí, at niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er vend móti Almannaverkinum, fær Løgtingið ikki gjørt so nógv við málið, annað enn at broyta lógina.

Stundir eru ikki at loysa málið á annan hátt, um Landsgrannskoðanin skal fáa framt sítt lógarálagda virksemi, sigur formansskapurin hjá løgtinginum.

Vikið verður frá øllum tíðarfreistum í Løgtinginum, so málið verður avgreitt sum skjótast. 

 

Av tí at niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er vend móti Almannaverkinum, fær Løgtingið ikki gjørt so nógv við málið, annað enn at broyta lógina, sigur formansskapurin í løgtinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938