Fasti gerðarrættur viðger trætu um starvsfólk í Familjufyrsitingini

Fasti gerðarrættur viðger trætu um starvsfólk í Familjufyrsitingini
Starvsfelagið sigur, at starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava verri sømdir nú, tey eru yvirtikin
Starvsfelagið vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at fólkini í Familjufyrisitingini skulu lønast við persónligari flokking sambært lønartalvuni í galdandi sáttmála millum partarnar.
 
04.05.2022 - 08:24

Fríggjadagin fer Fasti gerðarrættur at viðgera trætuna millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um tey, sum arbeiða í Familjufyrisitingini.

Starvsfelagið vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at limir hjá Starvsfelagnum, sum arbeiða hjá Familjufyrisitingini, skulu lønast við persónligari flokking sambært lønartalvuni í sáttmálanum.

Frammanundan hevur Fasti gerðarrættur avgjørt, at Semingsstovnurin skal ikki upp í hesa ósemjuna.

Tað var í juni í fjør.

Starvsfelagið helt uppá, at Semingsstovnurin hevur heimild til at royna semju.

Tað helt Semingsstovnurin ikki, og tað heldur Fasti gerðarrættur heldur ikki.

 

Verri sømdir

Fólkini í Familjufyrisitingini eru flutt úr donskum fakfelagi í Starvsfelagið.

Starvsfelagið sigur, at tey hava verri sømdir nú, tey eru yvirtikin.

Fasti gerðarrættur helt ikki tá í fjør summar, at Starvsfelagið hevur gjørt sannlíkt ella prógvað, at størvini í Familjufyrisitingini ikki eru sum onnur størv, sum eru í sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.

Størvini eru longu í sáttmálanum hjá Starvsfelagnum, segði Fasti gerðarrættur.

 

Almennur fundur

Nú vil Starvsfelagið hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at fólkini í Familjufyrisitingini skulu lønast við persónligari flokking sambært lønartalvuni í galdandi sáttmála millum partarnar.

Úrskurðarfundurin fríggjadagin er almennur.

Hann byrjar klokkan tíggju í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541