Um 60 hvalir løgdu beinini

Um 60 hvalir løgdu beinini
Drápið tók um 13 minuttir
Savnsmynd
 
07.05.2022 - 14:59

60 hval løgdu nakað eftir klokkan tvey í dag beinini í Sandagerði í Havn. 

Sambært sýslumanninum Kristjan Martin Joensen tók sjálvt drápið einar 13 minuttir og gekk tað væl.

Tað var um middagsleitið, at fólk varnaðust eina grind út fyri Velbastað. Avgjørt bleiv at reka hana til Havnar, har hon bleiv hildin til klokkan 14.15. 

Sýslumaðurin sigur, at raksturin gekk væl, men at neyðugt var at fáa nakrar springarar úr bólkinum, áðrenn grindin gjørdi landgongd. 

Enn er ikki avgjørt hvussu grindin verður býtt. 

Talan er um fyrstu grind í ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375