Einki skip farið í bretskan sjógv enn

Einki skip farið í bretskan sjógv enn
Nú eru viðurskiftini fingin í rættlag, og loyvini kunnu latast, upplýsir Vørn
Vørn vildi hava loyvi at seta fleiri skip á ein lista, og síðani skipa fiskiskapin eftir tørvi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2022 - 15:11

Tað vóru nakrar tekniskar forðingar, sum gjørdu, at einki skip enn hevur fingið loyvi at fara til fiskiskap í bretskum sjógvi, hóast kunngerðin var lýst fyri einari viku síðani.

Vørn, sum skipar fiskiskapin, vildi hava loyvi at seta fleiri skip á ein lista, og síðani skipa fiskiskapin eftir tørvi. Tí sáttmálin við Bretland sigur, at bert fýra skip kunnu royna eftir hýsu samstundis. Tað er ikki nakað krav um tal á skipum til fiskiskap eftir hinum fiskasløgunum.

 

Fáa boð so hvørt

Fyri at sleppa undan at lýsa við fiskiloyvunum í tíð og órtíð, vildi Vørn hava ein lista, og so geva skipunum boð, so hvørt tey kundu fara til fiskiskap.

Ein slík skipan hevur verið galdandi tá talan er um eitt nú makrelfiskiskap í ES-sjógvi, og tann skipanin virkaði væl.

Nú eru viðurskiftini fingin í rættlag, og loyvini kunnu latast, upplýsir Vørn.

 

Ikki stórur áhugi

Áhugin fyri at fiska í bretskum sjógvi er ikki stórur enn. Okkurt einstakt skip hevur søkt um loyvi, upplýsir Vørn.

Føroysk skip, trolarar og línuskip, kunnu fiska 750 tons av svartkalva, 500 tons av blálongu, 400 tons av hýsu, 300 tons av longu og 30 tons av brosmu í bretskum sjógvi.

1000 tons av rossamakreli verða latin teimum, sum hava loyvi til at fiska heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi. 

Í flestu førum er talan um felags árskvotu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221