Farsóttarmál á føroyskar hendur

Farsóttarmál á føroyskar hendur
Uppskotini eru farin til hoyringar, og tey verða løgd fyri tingið eftir ólavsøku
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, bað um at yvirtaka farsóttarmáløkið í november í fjør. Nú eru uppskotini farin til hoyringar.
 
27.05.2022 - 08:25

Farsóttarmálsøkið skal nú yvirtakast.

Lógaruppskot eru gjørd og send til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 24.juni.

Talan er um tvær lógir. Onnur er lógin um yvirtøkuna.

Hin er lógin um at broyta lógina um smittandi sjúkur, so myndugleikin verður føroyskur. Ætlanin er, at yvirtakast skal 1.mai næsta ár. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, bað um yvirtøkuna á landsstýrisfundi í november í fjør.

 

Løgd fram eftir ólavsøku

Yvirtøkumál er málsøki hjá løgmanni. Tað verður tí løgmaður, sum leggur uppskotini fyri løgtingið eftir ólavsøku..

Men tá málsøkið er yvirtikið, kemur tað undir ræðið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. 

Umsitingarliga er ætlanin, at tær uppgávur, sum landslæknin í dag hevur við støði í donsku farsóttarlógini, verða latnar Fólkaheilsustýrinum, sum fer at virka á nýggjárinum. 

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541