Danmark fyrsta landið at góðkenna svenskan og finskan NATO-limaskap

Danmark fyrsta landið at góðkenna svenskan og finskan NATO-limaskap
Uppskotið verður væntandi lagt fyri fólkatingið í dag
Jeppe Kofod er danskur uttanríkisráðharri.
 
03.06.2022 - 10:52

Danmark fer helst í næstu viku at boða frá, at landið, sum tað fyrsta, tekur undir við svenskum og finskum limaskapi í NATO.

Tað skrivar Ritzau.

Danska stjórnin fer í hesi vikuni at heita á fólkatingið um at góðkenna, at Svøríki og Finnland gerast limir í NATO.

Ætlanin er, at uppskotið verður lagt fyri fólkatingið í dag.

 

Jeppe Kofod fegnast

- Eg fegnist um, at Danmark, sum fyrsta av sameidu londunum, tekur stigið at tryggja Finnlandi og Svøríki limaskap í NATO, segði danski uttanríkisráðharrin, Jeppoe Kofod, eftir fund í uttanríkisnevndini hjá fólkatinginum í gjár.

Danska stjórnin hevur longu gjørt greitt, at hon tekur undir við, at Svøríki og Finnland gerast limir í NATO.

Men fyri at tað skal vera møguligt, mugu bæði stjórninar í londunum og núverandi limalond í verjusamgonguni góðkenna limaskapin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473