Fiskaútflutningurin vaksin 2,4 mia. kr. seinasta árið

Fiskaútflutningurin vaksin 2,4 mia. kr. seinasta árið
Útflutningurin frá apríl í fjør til apríl í ár var tilsamans góðar 10,8 millardir
Virðið á laksaútflutningum er vaksið 45 prosent, hóast nøgdin bara er vaksin 29 prosent seinasta árið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2022 - 10:51

Fiskaútflutningurin seinasta árið vaks 2,4 milliardir kr. samanborið við undanfarna 12 mánaða skeið, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Samlaði útlutningurin av bæði fiskavørum og øðrum vørum, frá apríl í fjør til apríl í ár, var tilsamans góðar 10,8 milliardir kr.

Meira er útflutt í flestu vørubólkum.

Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur, ella 45 prosent, hóast nøgdin á alilaks bara vaks 29 prosent.

Útflutningurin til Russlands er minkaður niður í 31 milliónir kr. Av hesum eru 21 milliónir kr. brennievni til russisk skip.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203